“Bel canto” verður nýtt um operasang og merkir á italskum “vakur sangur”, og tað er júst tað vit fara at hoyra tann 15. januar, tá sangarar frá Opera.fo framføra ariur og duettir úr kendu italsku operunum La Traviata, Rigoletto og Don Pasquale.
Sopranur er føroyska Birita Adela Davidsen, og afturat sær hevur hon amerikanska baritonin, Douglas Yates, sum vit m.a. kenna frá leiklutunum Don Giovanni í “Dagbókin hjá Leporello” frá 2018, og Sarastro í barnaoperuni “Gandafloytan”, sum Opera.fo setti upp í 2022. Dugnaligi, ungi klaverleikarin Aksel Remmel hevur fylgispælið.