Clickhaze

Clickhaze spælir á Mentanardøgum
Eftir ein steðg í 23 ár spældi Clickhaze sína fyrstu konsert aftur á G! Festivalinum í summar. Nú boðar bólkurin frá tveimum konsertum afturat.
Leygarkvøldið 5. september kl 23 spælir bólkurin konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sum part av skránni hjá Mentanardøgum.
Hin konsertin hjá bólkinum er í OY í Havn kvøldið fyri.
Atgongumerkini konsertina í Mentanarhúsinum fara til sølu fríggjadagin 14. august á middegi kl 12.00
Tvey sløg av atgongumerkjum:
Vanlig standipláss: 250 kr (+avgjald)
Nummererað sitipláss: 299 kr (+avgjald) – G.G: hesi eru til tey, sum av heilsu- ella øðrum ávum, hava trupult við at standa eina heila konsert!
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

