Skip to main content
Loading Tiltøk

Dubult útgávu-konsert ! Dania O. Tausen & Beinir

4. juli, 2021 kl. 20:00 - 23:00

Á Varmakeldu – Sunnukvøldið 4. Juli verða tvær góðar útgávukonsertir.
Dania O. Tausen og Beinir eru tvey av okkara bjartastu stjørnuskotum, ið bæði lata úr hondum nýggja útgávu í næstum.  Kom og uppliv tvær sera forkunnuðar konsertir við nøkrum av okkara allarbestu ungu tónleikarum.

BEINIR : Tað eru meir enn 10 ár síðani, Beinir, sum smádrongur, fyrstu ferð trein inn á føroyska tónleikapallin, og 28. mai í ár lat hann sína fyrstu EP, ”World Out There”, úr hondum. Talan er um orkumiklan popptónleik við skiftandi rútmum, meðan tekstirnir snúgva seg um týðandi og viðkomandi persónligar spurningar og søgur í hansara lívi. Løgini hava dýbd og lýsa kensluna av at finna sína egnu meining í tilveruni.

Við sær á pallin hevur hann Bárð Petersen, Benjamin Djurhuus, Jákup Tórgarð og Fríða Bjarkhamar.

DANIA O. Tausen : ‘Gonguteigatúnatos’ er navnið á spildurnýggju plátuni hjá Daniu O. Tausen, sum kemur út fríggjadagin 2. juli og verður at hoyra LIVE í Mentanarhúsinum sunnukvøldið 4. juli kl. 20:00. Tað er verður einasta útgávukonsertin hjá Daniu á Eysturoynni. Dania fer at spæla løgini av plátuni við fullum bólki og eisini verður plátan til keyps aftaná.

Kom og uppliv eina intima, hugnaliga og lætta konsert við hennara hugleiðandi og spælandi føroysku tekstum og við tí varierandi ljóðmyndini, sum er ávirkað av singer/songwriter og jazz stíli. Við henni á pallinum verða:

Marianna W. Nagata (kór)
Katrina Olsen (kór)
Benjamin D. Djurhuus (guitar)
Torleik Mortensen (bass)
Fríði Bjarkhamar (trummur)
Kristian Pauli Ellefsen (klaver)

Brellbitar:

Dania á FMA2021: https://www.youtube.com/watch?v=ed2XSIpbOhM

Videoløg hjá Daniu: https://www.youtube.com/playlist?list=PLmhGUxJdAfj2cmFGqTZ36Aqp-EwAk99on

Nýggjasta staklagið hjá Daniu, ‘flugubein’:  https://backl.ink/145765328

Pre-save link til plátuna, ‘gonguteigatúnatos’:  https://backl.ink/146419329

Gleðið tykkum til eitt brak í Mentanarhúsinum 4. juli!

Útgreining

Dato:
4. juli, 2021
Nær / kl.:
20:00 - 23:00
Tiltak bólkur: