Mentanarhúsið verður hóskvøldið 27. februar karmur um eina konsert hjá Eivør við bólki.
Sum fyrireiking til konsertferð í Europa, fer Eivør at hava venjingarlegu í Mentanarhúsinum. Konsertferðin verður skotin í gongd við einari konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har Eivør fer á pall samana við Mikael Blak, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mattiasi Kapnas.
Eivør er júst í gongd við at innspæla nýggja fløgu, ið kemur út tíðliga í heyst. Ivaleyst sleppa vit at fáa ein lítlan forsmakk av spennandi nýggja tilfarinum, ið Eivør arbeiðir við.
Konsertferðin endar við einum braki av eini konsert í Salt í Suðuroy tann 2. mai.