Skip to main content
Loading Tiltøk

Finalan í Skúla FM

26. februar, 2021 kl. 09:30 - 12:30

Fríggjadagin 26. februar verður finalan í SkúlaFM 2021 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast í íverksetan.
Finalan kann stroymast her: https://iverksetan.fo/skulafm-final

SkúlaFM er árliga kappingin fyri skúlanæmingar í 8. 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum. Hetta siðsta árið hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan og hava arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur. Næmingarnir hava lært at arbeiða við egnum hugskotum, og hava síðani ment hugskotið frá tanka til lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum. SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, sum setur stovnsetan av egnum virki í fokus. Ein verkætlan, ið er við til at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum og geva næmingum møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Fuglafjarðar skúli luttekur eisini í SkúlaFM í íverksetan og spennandi verður at frætta hvat okkara næmingar hava funnið uppá. Íverksetan er ein náttúrligur partur av dna,num í Fuglafirði, og víðskygdar verkætlanir, sum eitt nú FabLab, sum var tilnevnt ársins átak í 2018, eru sprotnar úr fyrilestrarøðum so sum Silicone Vallay vs Kambsdalur og øðrum íverksetara samstørvum har vitan, vinna og mentan í felag hava birt undir.

Fuglafjarðar býráð hevur sett íverksetan á breddan, og ætlar at arbeiða miðvíst við íverksetan í Fuglafjarðar kommunu komandi árini. SkúlaFM, nú fríggjadagin, er ein byrjan at menna samløg og samstørv, til frama fyri íverksetan í kommununi.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í menta- og skúlamálum, setur finaluna, sum verður í Mentunarhúsinum í Fuglafirði, harumframt kemur Dávur Juul borgarstjóri at bera fram røðu. Í finaluni leggja næmingarnir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina.

SkúlaFM er eitt samstarv millum Íverksetarahúsið, Mentamálaráðið og skúlarnar kring landið. Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er líkandi donsk kapping fyri skúla ungdóm. Betri og Føroya Tele geva 5.000,- kr. hvør í til vinnandi bólkin, sum síðan er ein partur av fíggingini til ferðina til NextLevel Nr. 2 og 3. fáa somuleiðis ein vinning á ávikavist 1.500 kr. og 1.000 kr.

Tiltakið verður stroymt beinleiðis á iverksetan.fo.

Vegna covid 19 verður tiltakið í ár ikki alment og uttan áskoðarar, tó verður tiltakið stroymt beinleiðis á heimasíðuni hjá Íverksetarahúsinum, soleiðis at øll áhugað kunnu fylgja við. Tiltakið byrjar klokkan 09:45.

Fuglafjarðar kommuna ynskir luttakandi bólkunum góða eydnu við tiltakinum og takkar fyri gott samstarv við Íverksetarahúsið.

Skráin:

09:30 DYRNAR LATA UPP
09:45 ÍVERKSETARAHÚSIÐ BJÓÐAR VÆLKOMIN
09:50 LANDSSTÝRISMAÐURIN, JENIS AV RANA SETUR DAGIN
10:00 FRAMLØGUR ( 6 framløgur)
11:00 STEÐGUR OG DÓMARARNIR FARA AT UMRÁÐA SEG
11:30 DÁVUR JUUL , BORGARSTJÓRI HELDUR RØÐU
11:45 AVDÚKING OG HANDANIN
12:15 LIÐUGT

Útgreining

Dato:
26. februar, 2021
Nær / kl.:
09:30 - 12:30
Tiltak bólkur: