Skip to main content
Loading Tiltøk

Hans Andrias í svimjihøllini

7. september, 2019 kl. 22:30

Í sambandi við Mentanardagarnar verður konsert við Hans Andrias í svimjihøllini í Fuglafirði leygarkvøldið 7. september.
Hans Andrias hevur sínar røtur í tónleikaralívinum í Klaksvík. Sum einstaklingur fekk hann í 2012 Planet Awards heiðurin sum “Ársins nýggi einstaklingur. og seinni til FMA 2017 vann hann “Áhoyraravirðislønina” og var tilnevndur til “Ársins sangara”.

Eftir hansara fyrstu fløguútgávu, sum kom út síðst í 2017, hevur hann spælt eina rúgvu av konsertum runt í Føroyum og uttanlanda. m.a. so hevur hann túrað í Russlandi, Póllandi, Sveis, Danmark o.s.fr.

Hann hevur júst útgivið vakra lagið “Burt í minnunum”, sum er fyrsta staklagið av tí komandi fløguútgávuni.

Tónleikurin kann bólkast í soul/folk/americana sjangruna og løgini leiða tankarnar til sterkar kenslur og myrkar søgur.

Útgreining

Dato:
7. september, 2019
Nær / kl.:
22:30
Tiltak bólkur: