Avlýsing av harmonikufestivalinum!
Fuglafjarðar Harmonikufelag, sum skipar fyri harmonikufestivali í Fuglafirði, hevur avgjørt at avlýsa festivalin, sum eftir ætlan skuldi verða 28. – 30. august 2020.
Orsøkin til avgerðina eru tilráðingarnar frá almennu mynduleikunum, við frámæli av festivalum fram til september.
Vit høvdu sæð fram til ein sera góðan og hugnaligan harmonikufestival, men vegna koronu-støðuna, mugu vit ístaðin gleða okkum til 2021.
Øll, sum hava keypt atgongumerki, hava møguleika at fáa peningin aftur ella at fáa atgongumerki tilgóðar í 2021.
Harmonikufestivalur í Fuglafirði verður aftur 27.-29. august 2021
Vinarliga
Nevndin
Hóraldur Joensen, Janus Jensen og Sólgerð Andreassen