Føroya Symfoniorkestur vitjar í Fuglafirði fyri fyrstu ferð
Í samband við árligu heystkonsertina hjá symfoniorkestrinum spælir orkestrið í ávkavist Mentanarhúsinum í Fuglafirði og Norðurlandahúsinum í Havn.
Orkestrið framførir nýggja útseting av Norsku Løvu hjá William Heinesen. Tað er Bjarni Restorff, sum í 2007-2008 hevur útsett Norsku Løvu fyri stórt orkestur.
Niklas Kallsoy Mouritsen verður solistur og hann framførir hornkonsert nr. 3 hjá Mozart.
Norska Løva – William Heinesen (1900-1991)
Í 2021 gav Bjarni Restorff út bók við partituri og nótum til verkið Norsku Løvu. Bjarni skrivaði hesa útseting í 2007-2008. Upprunaliga skrivaðu William verkið fyri klaver, meðan Bjarni altíð hevur meint, at verkið hevði verið betur egnað sum orkesturverk.
Bjarni Restorff er føddur í 1955 og hevur í mong ár starvast sum tónleikalærari á Tórshavnar Musikkskúla . Eisini hevur hann staðið á odda fyri Tórshavnar Manskóri í mong ár. Hann hevur m.a. skrivað tónleik til blandað kór og manskór.
Hornkonsert í Eb-dur – Wolfgang Amadeus Mozart (1756 – 1791)
Mozart, ið var eitt sonevnt undurbarn, var ein av størstu komponistum innan klassikan tónleik.
Hóast hann fór av fold bert 35 ára gamal megnaði hann at avrika eitt stórbart lívsverk í tónleikinum.
Hornkonsertirnar hjá Mozart verða spældar um allan heim. Hann skrivaði tær til sín góða vin Joseph Leutgeb. Hesar konsertir vóru skrivaðar soleiðis, at solisturin veruliga kundi sláa seg leysan og vísa hvussu dugnaligur hann var.
Niklas Kallsoy Mouritsen (1988-)
Niklas fekk bachelor- og masterútbúgving á lærda tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn. Eftir loknan lestur fór hann til Schweiz og kom inn á orkesturakademiið hjá Orchestre de la Suisse Romande í Genève.
Niklas hevur starvast sum fríyrkistónleikari í Danmark og Svøríki, men í 2021 gjørdist hann limur í Danmarks Underholdningsorkestur, har hann starvast í dag.
Niklas er eisini limur í blásikvintettini V Coloris. Kvintettin hevur vunnið virðislønir í internationalum tónleikakappingum, m.a. triðju heiðursløn í Carl Nielsen International Chamber Music Competition 2019 og aðru heiðursløn í Bucharest International Music Competition 2019.
Symfoni 104 – Frantz Joseph Haydn (1732-1809)
Eysturíkarin Frantz Joseph Haydn skapti sonatuformin og tí klassisku symfoniina í fýra satsum, sum vit kenna hana í dag.
Han arbeiddi ein stóran part av sínum lívið hjá ríku Eszterházy familjuni, og var hann avskorin frá øðrum tónleikaumhvørvið og ørðum komponistum tá í tíðini. Hann segði sjálvur, at júst tí varð hann tvungin til at verða originalur og bróta upp út nýggjum.
Haydn legði eisini lunnar undir wienerklassismuna og er hann, saman við Mozart og Beethoven, mest týdningarmiklu persónarnir handan wienerklassiska tónleikin.
Haydn skrivaði yvir 100 symfoniir og Føroya Symfoniorkestur symfoni nr. 104, ið upprunaliga varð frumframførd í London 13. apríl 1795.
Symfoni nr. 1 – Sergej Sergejevitj Prokofiev (1891 – 1953)
Sergej Sergejevitj Prokofjev varð borin í heim í Donetsk. Hann kom inn á konservatorii sum 13 ára gamal og sum 16 ára gaml skrivaði hann sína fyrstu klaversonatu.
Í 1916-1917 skrivaði hann sína fyrstu symfoni, eisini nevnd ”Tann klassiska”. Verkið, ið er eitt av kendastu verkum hjá Prokofiev, bleiv fumframført í Petrograd tann 18. apríl 1918 i Petrograd, Prokofiev stjórnaði salvur orkestrinum.
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Solistur: Niklas Kallsoy Mouritsen
Tíð: Sunnudagin, 24. september kl. 16.00
Stað: Mentanarhúsið í Fuglafirði
Kostnaður: Vaksin 295 kr., lesandi 145 kr.