Hygg hvørjar vit hava støvað fram í ljósið! Hvølvus og Gølla!
Hvølvus og Gølli hjá Ráðum fyri ferðslutrygd verða á Kambsdali fríggjadagin 1. september frá 15.00 til 18.00. Tað er 15 ára aldursmark at royna teir, tí trygdarbeltið skal sita rætt um kroppin.
Lovisa frá RFF fortelur og vísir týdningin av at brúka hjálm og trygdarbeltið vm.
Royn hvussu tað er at sita í einum bóltandi bili ella hvussu tað er, tá tú situr í einum bili, sum bráddliga má steðga. Eisini kann tú royna brillur, sum vísa, hvussu torført tað er at ganga, tá tú er ávirkaður av rúsdrekka.