Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Hanavel og plátuvendarí

1. juli, 2023 kl. 22:30 - 2. juli, 2023 kl. 03:30

“Cocktails & DJ’s”

Leygarkvøldið á Varmakeldu – t. 01.07. – verður plátuvendarí við bæði lokalum og landskendum plátuvendarum. Við sær hava teir tí heilt stóru sammlingina av vinylum, so neyðugt verður at venda plátunum – sum í gomlum døgum. Plátuvendararnir eru sera royndir innan økið og møguleikin fyri at fáa ein “svingom” er sera stórur við hesum við róðrið.

Í barrini fara barrvørðarnir at rista okkum forkunnug hanavel – at shake’a okkum cocktails, sum tað eitur á góðum føroyskum – so fuglfirðingar eisini kunnu fáa regnskjól í gløsini. Akkurát sum í filmunum.

Lagt verður upp til eitt hugnaligt kvøld við góðsku til góman og oyrini, so komi øll glað og minnist til at pussa dansiskógvarnar!

Atgongumerki kosta 100,- og kunnu keypast við dyrnar.

Vælkomin í Mentanarhúsið

Útgreining

  • Start: 1. juli, 2023 kl. 22:30
  • End: 2. juli, 2023 kl. 03:30

fyriskipari

Stað