Lena Anderssen lovar eitt inniligt brak saman við hennara bólki á Varmakeldu
Lena Anderssen hevur við sínum fimm útgávum undir egnum navni staðfest seg sum ein av okkara kæru songfuglunum her á landi við eini perlurøð av sangum. Nevnast kunnu Oh My Lady, I Still Love You, The Airport, Oh Brother With The Broken Wing fyri bara at nevna nakrar. Og nú gleða vit okkum at bjóða henni á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 30. juni klokkan 20.
Við sær hetta kvøldið hevur Lena – umframt mannin hjá sær Niclas Johannesen á guitara – eisini Jóhannus á Rógvu Joensen á bassinum og Jósva Debes aftan fyri trummurnar. Henda væl samanspælda kvartettin hevur verið á konsertferðum uttanlands í fleiri umførum seinnu árini, og Lena og hennara bólkur spældu seinast í Føroyum á G! Festivalinum og Summarfestivalinum farna ár, har skoðsmálini vóru sera góð.
Hetta verður sostatt eitt serligt høvi at hoyra Lenu saman við bólki í konsertsali og fjálgum karmum, har hennara styrki sum artistur sanniliga eisini liggur. Eitt sermerki við Lenu er hennara inniligu framførslur og persónligu sangir, sum tó eisini kunnu fara heilt upp frá við løgum so sum Who Am I, Dream Chaser og Let Your Scars Dance.
Tónleikurin, Lena fer at framføra 30. juni, fer ikki bara at vera av teimum útgávum, hon longu hevur givið út, men eisini fara nøkur løg av komandi útgávuni State of the Land, umframt okkurt føroyskt lag, eisini at vera á skránni.
So gleði tykkum til eina konsert, sum fer at vera bæði innilig og intens.
Kostnaður: 200,-
Keyp atgongumerki