Jógvan Joensen og bólkur hansara spæla í Mentanarhúsinum i Fuglafirði hóskvøldið 29. juni.
Hann gjørdist eitt húsarhaldsnavn í Føroyum og Danmark, tá hann vitjaði í stovunum kring land og ríki sum partur av X-Factor. Men Jógvan hevur síðan víst, at eisini sum sangskrivari liggur væl fyri.
Útgávan Love That You Love vísti ein inniligan og dugnaligan sangskrivara, og hetta saman við røddini, ið bergtók eitt heilt ríkið er ein frálíkur pakki.
Nú sleppa vit at uppliva hann á palli í Fuglafirði, tá hann og vælspælandi bólkurin koma á gátt í Mentanarhúsinum.
Atgongumerki á 100 kr. fáast á atgongumerki.fo
(mynd: veingir)