- Hetta tiltak er liðugt.
Jólaperlur við Tóru Vestergaard

Konsertin ið skuldi verða 17. des bleiv útsett, vegna veður, til hóskvøldi 22. des kl 20.00
Vit gleða okkum til hesa konsertina, ið hevur fingið sera góð skoðsmál, bæði í Salt og í Finsen.
Tey ið longu hava keypt atgongumerki, kunnu brúka tað 22. des ella seta seg í samband við Mentanarhúsið, og fáa peningin aftur.
Jólaperlur við Tóru Vestergaard
Kom til eina stemningsfulla jólakonsert har songkvinnan, Tóra Vestergaard, framførðir eina perlurøð av jóla-klassikarum.
Skráin er fjølbroytt og fevnir bæði rútmiskan-, fólka- og klassiskan jólatónleik.
Við sær hevur Tóra nakrir av føroya fremstu tónleika úrmælingum; Angelika Hansen á violin, Ólavur Jakobsen á guitar og Jóhannes Andreasen á klaver.
Hetta kvøldið fara vælkendir, eins og forkunnigir, tónar at fylla Mentanarhúsið og teg við friði og jólastemningi.
Tóra Vestergaard – sangur
Angelika Hansen – violin
Ólavur Jakobsen – guitar
Jóhannes Andreasen – klaver
