Skip to main content
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Jólaperlur við Tóru Vestergaard

22. desember, 2022 kl. 20:00 - 22:00

Kom til eina stemningsfulla jólakonsert har songkvinnan, Tóra Vestergaard, framførðir eina perlurøð av jóla-klassikarum.

Skráin er fjølbroytt og fevnir bæði rútmiskan-, fólka- og klassiskan jólatónleik.

Við sær hevur Tóra nakrir av føroya fremstu tónleika úrmælingum; Angelika Hansen á violin, Ólavur Jakobsen á guitar og Jóhannes Andreasen á klaver.
Hetta kvøldið fara vælkendir, eins og forkunnigir, tónar at fylla Mentanarhúsið og teg við friði og jólastemningi.

Tóra Vestergaard – sangur
Angelika Hansen – violin
Ólavur Jakobsen – guitar
Jóhannes Andreasen – klaver

Útgreining

Dato:
22. desember, 2022
Nær / kl.:
20:00 - 22:00
Tiltak bólkur:
Atgongumerki:
https://mh.atgongumerki.fo/webshop/event/1871189/order/info