Skip to main content
Loading Tiltøk

Kassabilakappkoyring í Fuglafirði

1. september, 2018 kl. 10:00 - 14:00

Nú er at finna hamara og sag fram, tí leygardagin 1. september kl. 10 verður kappkoyring við kassabilum í Fuglafirði.

Nú er at finna hamara og sag fram, tí leygardagin 1. september kl. 10 verður kappkoyring við kassabilum í Fuglafirði. Kappast verður í longu undanbrekkuni inn til bygdina frá Breiðá og inn til Mentanarhúsið.
Kappingin verður býtt upp í bólkar, og til ber til dømis at gerast kvikasti borgarstjóri, kvikastu feðgar/møðgur, kvikasta fyritøka, ella kvikast í opna bólkinum. Tíðartaking er á 1,6 km langa teininum, og tey við bestu tíðunum enda í elitubólkinum. Kappkoyringin endar við finalu, har elitubólkurin kappast um at finna skjótasta kassabilin í landinum.

Eisini verður barnakappkoyring á einum styttri teini.

Diesel Doktarin & Hallelluja Sofus eru høvuðsdómarar í eini dómsnevnd, ið eisini telur kommustjóran Jákup Frants Larsen og borgarstjóran Sonna á Horni.

Vinningar verða harumframt latnir fyri vakrasta bil, snøggastu og festligastu skumpi- & bremsimanning, brallutasta bil og liðið sum hevur bestu og stuttligastu miðlingina av sínum bili fram til 1. september.

Treytir
Hósdagin 30. august í sambandi við setanina av Mentanardøgunum, kunnu bilarnir koma til sýn uttan fyri Mentanarhúsið í Fuglafirði. Bilarnir kunnu eisini sýnast kl. 9.00 leygarmorgunin áðrenn kappkoyringina.

Kassabilar og manningar møta við Mentanarhúsið leygarmorgunin 1. sept kl. 9.00, hagani Ellisakfør sleipa kassabilarnar út á mállinjuna.

– Bilurin skal vera heimagjørdur og egin
– Bilurin skal minst hava 4 hjól
– Bilurin skal vera málaður/litaður
– Bilurin skal hava navn
– Bilurin skal ikki kunna dálka umhvørvið
– Trygdin skal vera í lagi: Hjálm á høvdið og okkurt slag av bremsum
– Hvør bilur hevur í mesta lagið 3 fólk, ið skumpa og bremsa
– Ikki er loyvt at festa drekar í ella hava segl ella motor yvirhøvður
– Sjafførurin skal í minsta lagi vera 15 ár á langa teininum. Onki aldursmark fyri skumparar.
– Allir bilanir skulu hava flagg á stong á bilinum
– Tiltakið er undir egnari ábyrgd

Tilmelding
Tilmelding á atgongumerki.fo í seinasta lagið 31. august. Kostnaður er 50 kr. fyri hvørja kappkoyring, bilurin er við í. Síggið ymisku bólkarnar á www.atgongumerki.fo Gevið gætur! Tað kann vera at bólkingin verður broytt.

Fyrispurningar um tiltakið kunnu sendast til: mentanardagar@fuglafjordur.fo

Fuglafjarðar hornorkestur spælir til handanina av vinningum á torginum.

Vinningar:
– Steyp frá FabLab
– Høvuðsvinningur: Rundferð við Norðlýsinum til vinnandi liðið
– Brunch fyri 4 í Mentanarhúsinum (til vinnandi liði)
– 2 gávukort á 250 kr frá pizza 530
– 2 kartengur av sodavatnsblikkum frá Haraldsen
– Tvær góðar bilbøkur frá Fuglafjarðar bókasavni
– 2 posar av góðgæti frá FK í Fuglafirði
– Ein stimitúr við los- og sleipibátinum Tjørnunes
– Vatnskutaratúrur við Sæbjørn Leiti
– Flottur deko-grafikkur til kølarahjálmin eftir egnum ynski frá dekoprint
– Gávukort á 500 kr. frá P/FJógvan Weihe
– Gávukort á 1000 kr frá Go-kart-fyritøkuni sus.fo
– Flottasti bilurin fær 4 atg. til konsertina í Mentanarhúsinum leygarkvøldið 1. sept.

Høvðusstuðul er Føroya Tele  – Kappkoyringin verður víst á stórskermi inni við mállinjuna.

Útgreining

Dato:
1. september, 2018
Nær / kl.:
10:00 - 14:00
Tiltak bólkur: