Skip to main content
Loading Tiltøk

Kira Skov “Spirit Tree” feat. Mette, Eivør & Teitur

30. november, 2021 kl. 20:00 - 22:00

Kira Skov “Spirit Tree” (DK)
Kira Skov framførir sangir av ummælararóstu útgávuni ”Spirit Tree” saman við donskum og føroyskum gestum: Eivør Pálsdóttir, Teitur Lassen & Mette Lindberg. 

Tá korona rakti heimin og fólk sótu avbyrgd hvør frá øðrum, fór Kira Skov undir at brúka sín tónleik til at knýta sambond. Sambond við tónleikarar og sangarar, sum hon antin hevði arbeitt saman við, kendi ella metti høgt. Saman við teimum ynskti hon at skapa meining í eini tíð, sum onga meining tyktist at geva.

Hóast stóra frástøðu eydnaðist henda framsøkna verkætlan. Øll vildu vera við, og úrslitið bleiv ein hugvekjandi og fjølbroytt útgáva við íkasti frá sangarum og tónleikarum so sum Jenny Wilson, Mark Lanegan, Bonnie Prince Billy, John Parish, Bill Callahan, Lionel Liminana, Mette Lindberg, Marie Fisker, Stine Grøn og Steen Jørgensen. Útgávan, sum eitur Spirit Tree, hevur fingið ómetaliga góð ummæli í Danmark.

Á konsertunum í Føroyum verða umframt donsku Mette Lindberg føroyskir gestasolistar við. Hesir verða kunngjørdir seinni, men tit kunnu vænta tykkum nøkur av okkara størstu nøvnum.

Kira sigur soleiðis um at koma til Føroya:

“Jeg har altid følt mig draget af Færøernes vulkanske stepper. Klipper, mos og drømmetåger. Den smukke, kraftfulde og omskiftelige natur jeg indtil videre kun set på fotografier. Derfor er det en stor glæde endelig at kunne annoncere to koncerter i mit drømmeland, med duetterne fra Spirit tree. Jeg ser virkelig frem til vores besøg på de magiske klippeøer”.

Kira Skov hevur seinastu 20 árini savnað ein stóran fylgjaraskara í Danmark. Hon hevur havt eina fjølbroytta yrkisleið og hevur altíð lagt stóran dent á samstarv í sínum tónleiki. Í bólkinum, sum spæla á Spirit Tree eru umframt Kiru og solistarnar: Silas Tinglef/ trummur og gittar, Anders ‘AC’ Christensen/ bass og klaver, Oliver Hoiness/ gittar og tangentar, Maria Jagd/ violin.

Hendan konsertin er í samstavi við PULS

 

Útgreining

Dato:
30. november, 2021
Nær / kl.:
20:00 - 22:00
Tiltak bólkur: