- Hetta tiltak er liðugt.
Klaverkonsert: Musikkskúlanæmingar
22. mai, 2023 kl. 19:00 - 20:00

Mánakvøldið t. 22. mai kl. 19:00 fara klavernæmingar í Fuglafjarðar musikkskúla at hava næmingakonsert og spæla upp á Steinway flyglið í Mentanarhúsinum. Lærarar teirra eru Anki Dýrdarklett og Eyðun á Lakjuni.
Øll eru vælkomin og konsertin er ókeypis
