OBS! Konsertin er útsett vegna forfall
Ólavur á Váli Olsen í Mentanarhúsinum Leygarkvøldið 22. apríl, kl. 20:00
Nú tá bindifestivalurin í Fuglafirði endar, enda vit við at binda eina reyða sloyfu um tiltakið við eini rimmar country-konsert.
Leygarkvøldið 22. apríl kemur Country-prinsurin, Ólavur á Váli Olsen, við bólki til Fuglafjarðar at spæla konsert í Mentanarhúsinum.
Tað er alt ov langtsíðan eg havi spælt í Fuglafirði, og gleði meg ómetaliga nógv til hetta, sigur Ólavur.
Lagt verður upp til eitt brak av einum country-kvøldi, har Ólavur syngur øll síni kendu løg.
Manningin er:
Ólav á Váli Olsen – Sang og gittar
Jóhan Ziskason – Gittar
Magni Husgaard – Tangentar
John Johansen – Bass
Henning Hjalt Nicodemussen – Trummur