Bindifestivalurin 2023 verður í Fuglafjørði 20. – 22. apríl 2023.
Tá Bindifestivalurin 2023 verður, er tað Mentanarhúsið, sum er snúningsdepil hesar hátíðardagar við kunningardiski, máltíðum og festligheitum.
Á Bindifestivalinum verður okkurt til mest sum allar stokkar. Tú lærir bæði teknikk, skap og fjølbroytni, – ja, her eru dømi um groft og fínt, mynstrut og einlitt, trendy og gamalt, holfald og stopping – umframt mangt annað gott. Í stuttum kann sigast, at tað er handverk í heimsklassa frá føroyskum og útlendskum undirvísarum í hugnaligum privatum stovum.
Av øðrum kann nevnast áhugaverdir fyrilestrar, binditúrar við ferðaleiðara og bindicafèir til fríløturnar. Somuleiðis eru kvøldini sett av til hugna og veitsluróma.
Vikuskiftisarmband fyri 3 dagar 1095 kr.
íroknað, góð máltið á middegi, fyrilestrar, gongutúrar og bindikafeir
Dagsarmband 650 kr.
Verkstova 3 tímar 450 kr.
«Várbeiti» fríggjakvøld 625 kr.
v/3 rætta matskrá + undirhald
GÁVUKORT áset upphædd sjálv/ur
Keyp eitt gávukort, áset upphæddina og vit senda kortið við postinum.
Send bílegging til bindifestival@gmail.com ella ring 744720