Ein konsert um líkarætt, margfeldi og frælsi.
Royn eisini fjølmentaðu matskránna í Mentanarhúsinum áðrenn konsertina. Opið verður frá kl. 18 til konsertin byrjar. Frætt meir ella bílegg pláss við at senda sms á 238010.
Ebo Krdum er viðurkendur og fjølvirðisløntur sudanesiskur sangari, aktivistur og listafólk. Hann er búsitandi í Svøríki, men er upprunaliga úr Darfur í vestur-Sudan, haðani hann flýddi, tá kríggið herjaði. Á konsertini hjá Ebo Krdum renna afrikanskt blues og afrobeat og norðurlendskur fólkatónleikur saman í eina hægri eind. Hann spælir her saman við svensku Anna Möller og Ale Möller, sum jú er kendur sum ein tann størsti slóðbrótarin innan Norðurlendskan fólkatónleik.
Endamálið við fjølmentanarvikuni er millum annað at hátíðarhalda tær ymsu mentanirnar, sum eru í Føroyum, og áðrenn Ebo fer á pallin hoyra vit frá tveimum tónleikarum, sum eru fluttir til Føroya úr Latínamerika: sangarin Cinthia González úr Kili og gittarleikarin Sergio Martinez úr Meksiko. Til hetta serliga høvið hava Cinthia og Sergio funnið saman at tulka Latínamerikanskan tónleik. Tey fara at forkela okkara oyru við sangum úr Kilenska fólkaminninum og øðrum vøkrum tónleiki úr Argentina, Puerto Riko og Meksiko.
Um Ebo Krdum og bólk hansara
Í 2021 gav Ebo Krdum út útgávuna Diversity, sum er hámett av bæði áhoyrarum og ummælarum. Hon vann sama á eina svenska Grammy og er í ár í uppskoti til tónlistavirðisløn norðurlandaráðsins. Á útgávuni vevur Krdum skandinaviskan fólkatónleik inn í síni løg, sum eru rótfest í fleiri tónleikasiðum í økjunum rundanum Sahara. Sangirnir eru á átta ymsum málum: Fulani, Beri (Zaghawa), Fur, Sudan Arabiskum, Massara (Masaleet), Beja, Daju og enskum.
Anna Möller er fólkatónleikari, violinleikari og tónaskald, sum frítt ferðast ímillum tónleikasløg og yvirum mørk við tí fyri eyga at skapa nýmótans fólkatónleik, sum brúkar tað siðbundna sum grundarlag fyri at flyta tónleikin. Aðalhugsjónin er, at siðbundin tónleikur til allar tíðir hevur tulkað sína samtíð. Við stórum forvitni sæst hon javnan sum partur av onkrari nýggjari verkætlan, og fyri tað er hon vorðin kend sum ein tann mest nýskapandi og viðkomandi tónleikarunum á svenska fólkatónleikarapallinum.
Fáir tónleikarar kunnu eins og Ale Möller fáa æruna fyri at menna skandinaviskan fólka- og heimstónleik (world music). Í nærum fýra áratíggju hevur hann arbeitt miðvíst eftir at finna nýggjar tónlistaligar leiðir og úttrykk, og fyri sítt slóðandi arbeiði hevur hann m.a. annað vunnið hægsta heiður innan fólkatónleik: “Folk Alliance Lifetime Achievement Award”. Ein virðisløn sum annars er givin m.a. Joni Mitchell, Bob Dylan, Harry Belafontre og Joan Baez.
Um Cinthiu og Sergio
Cinthia González er fødd og uppvaksin í Kili, og eftir at hon verð liðug at lesa tónleik á fróðskaparsetrinum í Talca í 2016, flutti hon til Føroyar. Her er hon virkin sum kórsangari, sanglærari og einasangari og er serliga kend sum kórleiðari og sopran í kórinum Silvitni.
Sergio Martinez er føddur og uppvaksin í Meksiko. Tónlistaliga yrkisleið hansara byrjaði í 2000, tá hann gjørdist tónleikari burturav í rokkbólkinum “Sombra”, har hann var gittarleikari og sangari. Hann flutti til Føroya í 2019 og fór at spæla við rokkbólkinum “Brim” úr Vestmanna, sum í ár gjørdist fyrsti føroyski bólkur at spæla í heimskenda Cavern Club í Liverpool á “International Beatleweek festival 2022”.
Konsertin er í samstarvi við Fjølmentanarvikuna og Puls – norðurlendskum livetónleiki at frama.
Kostnaður 150 kr