Frændur á Føroyaferð Summarið er farið at halla. Men tónleikurin kennir ongan aldur. Góðu gomlu Frændur eru framvegis føroysk fólkaogn. Og næstu vikurnar skulu søgurnar sigast og sangirnir spælast. Tað er nú vit skulu liva. Ja, syngja og minnast góðar løtur. Tríggjar serstakar framførslur eru á skránni. Trý hugnalig leygarkvøld, har Frændur bjóða ungum sum tilkomnum leskandi skaldadrykkir og tónlistarligar bestubitar. Við góðari manning aftur fyri seg trína Eyðun, Rani og Steintór á pallin saman. Fyrst í Fuglafirði. Harnæst í Havnini. Og triðja tiltakið verður áTvøroyri. Og vit í Mentanarhúsinum í Fuglafirði eru errin av, at vit eru vertur til ta fyrstu av hesum serstøku konsertupplivingum. Eftir at góðir og stríðshugaðir føroyingar hava gjørt sítt allarbesta á Tórsvølli í fótbóltslandsdystinum móti Danmark leygarkvøldið 4. septembur byrjar frálíka tónleikaveitslan hjá Frændum. Frælsi er títt vakra navn. Eg vil liva fyri kærleikan eg fái frá tær. Eg vil elska eg vil syngja. Tað besta til tín. Føroyar, mítt land. Ella hvør segði, minnist tú gildið!?
Eftir konsertina verður fari niðan í Regnskjólagøtuna, til felagsang.