Skip to main content
Loading Tiltøk

Konsert við Kára Sverrissyni og Óla á Grindafløtti

5. september, 2021 kl. 16:00

Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti

Seinasta konsertin í sambandi við Summartónar í ár verður við teimum báðum Kára Sverrissyni og Óla á Grindafløtti, ið vit millum annað kenna úr bólkinum Enekk. Konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnudagin 5. september kl. 16. Tilfarið, teir fara at spæla, er av útgávum hjá Enekk og av útgávum, ið Kári hevur givið út saman við Hans Jacob Kollslíð, Bendum Spónum og Orka. Kári hevur skrivað løgini og nakrar av tekstunum, meðan flestu tekstirnir eru eftir aðrar yrkjarar; eitt nú Jóanes Nielsen, Janus Djurhuus og kinverjan Li Po í føroyskari týðing. Kári syngur og spælir gittar, og Óli spælir flygil, harmoniku og ljómborð.

Konsertin er ókeypis

Útgreining

Dato:
5. september, 2021
Nær / kl.:
16:00
Tiltak bólkur: