Skip to main content
Loading Tiltøk

Kunnandi fundur fyri borgarar 25. mai kl 19:00 í Mentanarhúsinum

25. mai, 2022 kl. 19:00 - 22:00

Mikukvøldið 25. mai, kl 19.00 verður almennur kunnandi fundur í Mentanarhúsinum, har Fuglafjarðar kommuna saman við Havsbrún, kunnur um ætlanir og framtíðar íløgur í kommununi.

Fuglafjarðar býráð leggur fyri við eini støðulýsing og teim ætlanum sum arbeitt verður við. Borgarstjóri og nevndarformenn/kvinnur leggja fram.

Fíggjarstøða

Útsykkingar

Heilsumiðstøð, ungdómshús

Ferðavinnupolitikkur og menningarætlan við Sissal Kristiansen.

Somuleiðis hevur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún eina kunnandi framløgu um íløgur og ætlanir hjá Havsbrún. Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari á kvøldinum og møguleiki verður at seta spurningar.

Laksaóðbitar og ein kaffidussur verður boðið.

Ein ítøkulig skrá fyri kvøldið verður løgd út týsdagin 24. mai.

Fuglafjarðar kommuna

Skrá: Jón Brian bjóðar vælkomin Borgarstjórin greiðir frá hví vit halda fundin? Fíggjarstøðan Útstykkingar Spurningar – Fíggjar og tekniska nevnd, saman við borgarstjóranum, svara spurningum frá salinum. Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, greiðir frá um framtíðar íløgur. Spurningar – Vinnunevndin, Umhvørvisnevnd, saman við borgarstjóranum og Odd, svara spurningum frá salinum. Lítil steðgur – laksagóðbitar og dussur Sosiala økið -Heilsumiðstøð og Ungdómshús Ferðavinnupolitikkur og menningætlan, Sissal Kristiansen leggur fram. Spurningar – Sosiala og mentanarnevnd, saman við borgarstjóranum, svara spurningum frá salinum. Borgarstjórin tekur saman um og takkar fyri. Fyrsta vers á tjóðsanginum/

Útgreining

Dato:
25. mai, 2022
Nær / kl.:
19:00 - 22:00
Tiltak bólkur: