KUNNGERÐ UM FÓLKATINGSVAL Í FUGLAFJARÐAR KOMMUNU.
Til veljarar til fólkatingsvalið 31. oktober 2022 í Fuglafjarðar kommunu.
Vísandi til, at fólkatingsval er útskrivað 05. oktober 2022, so skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan fer fram mánadagin 31. oktober 2022:
• í Mentanarhúsinum, Karvatoftir 5 í Fuglafirði fyri Fuglafjørð og Kambsdal og
• í Bønhúsinum á Hellunum á Rættarvegi 25 fyri Hellurnar.
Atkvøtt verður millum kl. 09.00 og 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøða:
Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00 og 15.00 til og við fríggjadagin 28. oktober 2022. Tá ið seinasta freist fyri at greiða brævatkvøðu er fríggjadagin 28. oktober 2022, so verður býráðsskrivstovan eisini opin nevnda dag til kl. 17.00.
Heimaval:
Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima í seinasta lagi fríggjadagin 28. oktober 2022 við, at venda sær til býráðsskrivstovuna telefon 668000 í seinasta lagi sama dag kl. 12.00.
Valkort:
Valkort verða send veljarunum í kommununi við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við býráðsskrivstovuna á telefon 668000 skjótast.
Veljari skal hava valkortið við sær til valborðið.
Fuglafjørður, tann 20. oktober 2022
Fuglafjarðar býráð