Skip to main content
Loading Tiltøk

Kvæðadagur

17. februar, 2020 kl. 08:30 - 23:30

Kvæðadagur í Mentanarhúsinum. 
Til foreldur, ommur, abbar, avvarðandi og øll, sum hava áhuga. 

Mánadagin 17. februar fara allir næmingar skúlans at dansa føroyskan dans í Mentanarhúsinum.

Setið x í kalendaran 17. februar fyrrapartin, so tit kunnu vera við.

  • Kl. 8.20 – 7. fl og framhaldsdeildin
  • Kl. 10.00 – allur skúlin
  • Kl 10.20 – 11.30 1.-6. fl
  • Kl 11.30 – Hamradun

Kl. 11.30 enda vit dagin við einum braki. Vit hava fingið Hamradun, hesaferð við fullum orkestri, at koma í Mentanarhúsið og spæla, vísur og kvæði og tosa eitt sindur um tað. Tiltakið er alment, so øll áhugaði eru vælkomin við, bæði um morgunin og á middegi.

Vit hava fingið Jónleif Johannesen, sum er ein góður kvøðari at leggja okkum lag á henda dagin.

Hesi kvæði, vísur og sangir fara næmingarnir at læra seg til kvæðadagin.

Næstan alt tilfarið er at finna á www.snar.fo 

Í grunddeildini

Burtur á heiði

Veturin kom við kulda og kava

Øskudólgur og sópingarkona

Kall og Svein ungi

Nykurs vísa

Spøl: Mús upp á korn og Kráka situr á steini

Miðdeildin:

Flóvin Bænadiktsson

Torkils døtur

Hádeildin

Grindavísan (á donskum) tilfar er ein teknirøð

Jákup á Møn tilfar er teknirøð, og uppgávur eru til tilfarið

Allir næmingar skúlans

Stat op Santa Simeon  

Hoyr Hamradun her.

Henda dagin skipar skúlin fyri myndatøku, vinaliga takið ikki myndir og film av børnunum, meðan kvøðið verður, men góðu tit, komið upp í ringin, so gongur dansurin lættari.

Møguleiki verður eisini at fáa sær ein kaffi- ella temunn við kaku afturvið.

Vónandi fáa vit øll ein góðan kvæðadag.

Fuglafjarðar skúli og Kvøldskúlin

Útgreining

Dato:
17. februar, 2020
Nær / kl.:
08:30 - 23:30
Tiltak bólkur: