Fríggjakvøldið 27. oktober kl. 19 verður á 8. sinni vælumtókta kvøldsetan um seyð og seyðahald í Mentanarhúsinum.
Frásøgufólkini í ár verða:
Tummas Marni Joensen, Kvívík, sigur frá um felagsskapin í eini óðalsbygd.
Andras Joensen, Klaksvík, sigur frá um Niðrustovu í Gerðum.
Jákup Pauli Johannesen, Fuglafjørður: Seyðurin – lívið.
Regin Ellingsgaard, Svínáir, sigur frá um markatalsbygdina Eiði, um hagabýtið og rakstur. Røktaði 5 ár í Svínáum og Teistavál í 10 ár.
Dussur verður í steðginum við drýli við kjøtpylsu úr Heygabúðini.
Atgongumerki à kr. 100 fáast við dyrnar.
Eftirskrift: Á kvøldsetuni verður bókin, sum Helgi í Brekkunum hevur skrivað: Seyður í søgu og veðri, til sølu fyri 300 kr. Tað er Sprotin, sum hevur givið bókina út. Jonhard Mikkelsen, Sprotastjórin verður til steðar. Hetta er eitt valaverk, sum vert er at hava standandi á bókhillini heima við hús.