Her eru bólkarnir, ið spæla á ársins Kyrjasteinskonsert. Nær hvør bólkur spælur verður kunngjørt seinni.
Konsertin er ókeypis.
AGGRASOPPAR
Tey, sum ballast millum maðkar, og borðreiða búff og buffét beint áðrenn døgurðaslangin. Hesin alternativi hipp-hopp bólkurin hevur gjørt nógv um seg teir síðstu mánaðirnar, har tey millum annað hava vunnið tónleikakappingina Sement.
MOLDA
Íslendski bólkurin Molda kann bólkast, sum gittarmetal í glamrokkstíl frá 80’unum við eitt sindur av víkingadámi. Bólkurin bleiv stovnaður í mars 2020 av systkinnabørnunum Helga og Albert Tórshamar, sum eru ættaðir úr Fuglafirði.
Boðskapurin í tekstunum hjá Molda eru um sterkar nattúrumegi, illveður og aðrar tilburðir, ið íslenska tjóðin kennir. Staklagið, ið gav Molda veingir, eitur “Ymur Jörð”. Hesin kom út í 2021 og var við íblástri av eldgosinum í Fagradalsfjalli, men er um eldgosiđ í Vestmannaoyggjum í 1973.
Molda gleða seg nógv at koma til Føroya og spæla íslenskan rokk fyri føroyingum.
Limirnir í Molda eru:
Albert Snær Tórshamar / Lead vocals & guitar
Helgi Tórshamar / Lead guitar & backup vocals
Þórir Rúnar Geirsson / Bass guitar
Birgir Nielsen / Drums
NÖNNE
Nönne er sangari, sangskrivari og framleiðari úr Føroyum, sum ger sín egna tónleik, umframt onkuntíð eisini at miksa og mastra. Tónleikurin hjá honum handlar um hansara egnu lívsroyndir. Hann vil gera tónleik, sum onnur kunnu relatera til og fáa tað gott av. Og hansara ljóð, beats, rødd og nærvera kunnu eisini fáa teg at gloyma alt eina løtu.
Nönne, aka Jónas Langgard, hevur búð á Amager ein stóran part av sínum lívi. Sum 13 ára gamal byrjaði hann at gera tónleik í kjallaranum hjá ommu síni, tá hann búði í Føroyum í eitt tíðarskeið. Myrkt elektroniskt R&B og HipHop. Við nógvum løgum av vokali og kór røddum.
Tónleikur hevur altíð verið fremsta áhugamálið hjá nönne og hevur hjálpt honum ígjøgnum trupul tíðarskeið í lívinum. Íblásturin fær hann frá Tirzah, Brent Faiyaz, The weeknd, SIR, Che Ecru og Safe. Hann hevur framleitt fleiri løg saman við millum annað Marius DC.
Støvut rokk n’ roll og inniligar balladir á Kyrjasteini.
Benjamin Petersen, ið kallar seg Son of Fortune, er ein outlaw rokk n’ rollari sum vil nakað! Seinasta plátan hjá honum “Voodoo Pop” bleiv upptikin í Nashville Tennessee av monnum, ið hava arbeitt við Chris Stapleton og Jack White. “Jambalaya” valdi staklagi “Sunday in Music City”, at vera ársins lag 2021 og í ár hevur Son of Fortune aftur verið í upptøkuhølinum, og ein nýggj pláta er ávegis.
Við sær á Kyrjastein hevur Benjamin sín trúfasta barndóms kammerat, lokalu hetjuna Jan Rúna Poulsen, ið leikar á gamlar trummur hjá Fuglajarðar hornorkestri.
SWANGAH
Eru teir nevndir, so eru teir kendir. Tá Ragnar, Steen og Eyðun traðka umborð á Kyrjastein, fara teir at blása okkum um koll við teirra pumpandi rútmum, flótandi rími og brølandi orku! Rappkongarnir úr Svanga koma at seta lív í fjøldina á ársins Kyrjasteinskonsert og verður hetta við einum braki!
Minst til, at tað er vandi fyri, at tú fert at hoppa til hesa konsertina!
TINGANEST
Núverandi manning í Tinganest er: Finnur J. Jacobsen trummur áslottur og sang, Jóan Jakku Guttesen bass og sang, Holgar Jacobsen guitar, Magnus á Stongum guitar og sang