Skip to main content
Loading Tiltøk

Lena Anderssen kvartett í Mentanarhúsinum

2. desember, 2017 kl. 20:00

Leygarkvøldið 2. desember spælir Lena Anderssen kvartett í Mentanarhúsinum. Lea Kampmann hitar upp. 

Leygarkvøldið 2. desember spælir Lena Anderssen kvartett í Mentanarhúsinum. Lea Kampmann hitar upp.

Útgávan Eagle In The Sky, varð fyrr í ár kosin ársins útgáva til Faroese Music Awards (FMA), har Lena somuleiðis varð kosin ársins songkvinna.

Síðan hetta hevur Lena og bólkur hennara spælt nógv kring Evropa og í Amerika. Hetta er tí ein songkvinna á toppinum av síni yrkisleið.

Aftrat sær hevur Lena – umframt mannin hjá sær Niclas Johannnesen – Jóhannus á Rógvu Joensen á bassi og Ólav Olsen á trompet og tangentum. 

Lena og bólkur fara at framføra løg av seinastu útgávuni Eagle In The Sky, umframt løg av undanfarnu útgávunum Letters From The Faroes, Let Your Scars Dance og Can’t Erase It. Somuleiðis vera onkur løg, ið ikki eru útgivin enn, á skránni.

Lea Kampmann er fløguaktuell í løtuni. Fløgan Common Blue kom út herfyri, ein fløga, har evnini hjá hesi so lovandi songkvinnu, veruliga skína ígjøgnum. Hetta kvøldið verður so høvið at hoyra Leu spæla løgini live saman við gittarleikara og bassleikara.

Hetta kvøldið er somuleiðis fyrsta av trimum leygarkvøldum í desember, har matstovan Frumbiti flytir inn í Mentanarhúsið. Tí ber til at bíleggja borð og njóta ein góðan bita eisini.

Útgreining

Dato:
2. desember, 2017
Nær / kl.:
20:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530