Tríggjar teir fyrstu leygardagarnir í advent vitjar matstovan Frumbiti í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Matstovan, ið til dagligt húsast í Dr. Jakobsensgøtu í Havn, leggur seg eftir at gagnnýta føroyskar rávørur, og gevur sítt boð uppá føroyska køkin í 2017.
Nú Frumbiti kemur til Fuglafjarðar verður høvið at njóta tvær matskráir, onnur við trimum rættum og hin við seks rættum.
Matskráin við trimum rættum fæst fyri 450 kr. og tú kanst velja forrætt, høvuðsrætt og omaná.
Hina matskránna hava vit nevnt Kokkurin velur, hon fæst fyri 600 kr. og hendan matskráin fæst fyri 600 kr. Hon fevnir um rættir úr 3 rætta matskránni, umframt rættir, ið kokkurin velur at gera á degnum.
Drykkivørður kunnu keypast afturat.
Bílegg borð á tlf. 55 66 77, møguleiki er eisini, at keypa eina heildaruppliving fyri sansirnar, har smakksansirnir fyrst verða nøktaðir, áðrenn hoyrisansurin verður kýndur av góðum tónleiki. Sí matskránna hjá Frumbita her
Leygarkvøldið 2. desember spælir Lena Anderssen Kvartett, Lea Kampmann hitar upp.
Leygarkvøldið 9. desember spælir Teitur