Skip to main content
Loading Tiltøk

Leyvu-kongurin

23. mars, 2021 kl. 19:00 - 18. apríl, 2021 kl. 18:00

LEYVUKONGURIN í Mentanarhúsinum
Aftur í ár er e-Nám Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik. Í vikuni undan páskafrítíðini og nakrar dagar eftir páskafrítíðina sýnir breytin fram ”LEYVUKONGURIN” í Mentanarhúsinum. Sangleikurin er so heilt avgjørt fyri øll – bæði stór og smá. Leikurin, ið tekur umleið 2 tímar, er bygdur á Disneyteknifilmin frá 1994. LEYVUKONGURIN hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum – eisini tekniska partinum. Tað verður haraftrat gjørt sera nógv burturúr bæði palli og leikbúnum. Heimskendi Elton John framleiddi tónleikin til filmin/leikin, og munnu mong kennast við sera góðu og vøkru sangirnar. Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Umleið 40 næmingar í 10.flokki ganga á e-Nám Sangleikabreytini í ár. Teir eru úr Fuglafjarðar skúla og skúlanum við Streymin.

Sýningarnar verða:

23. mars kl 19
24. mars kl 19
25. mars kl 19
26. mars kl 19

07. apríl kl 19
08. apríl kl 19
09. apríl kl 19
10. apríl kl 15 & kl 19
11. apríl kl 15 & kl 19
16. Apríl kl 19:00
18. Apríl kl 15 & kl 19

Útgreining

Start:
23. mars, 2021 kl. 19:00
End:
18. apríl, 2021 kl. 18:00
Afturvendandi:
Tiltak bólkur: