Skip to main content
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

Event Series Afturvendandi: Leyvukongurin – sangleikur hjá e-Nám

Leyvukongurin – sangleikur hjá e-Nám

29. mars kl. 19:00

Leyvukongurin í Mentanarhúsinum

LEYVUKONGURIN í Mentanarhúsinum

Aftur í ár er e-Nám Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og

spennandi leik. Í vikunum undan páskafrítíðini sýnir breytin fram ”LEYVUKONGURIN” í Mentanarhúsinum.

Sangleikurin er hóskandi fyri øll – bæði stór og smá – hann tekur umleið 2 tímar og er bygdur

á Disneyteknifilmin frá 1994. LEYVUKONGURIN hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal

hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum –

eisini tekniska partinum. Tað verður haraftrat gjørt sera nógv burturúr bæði palli og leikbúnum.

Heimskendi Elton John framleiddi tónleikin til filmin/leikin, og munnu mong kennast við sera góðu

og vøkru sangirnar.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Umleið 45

10.floks næmingar ganga á e-Nám Sangleikabreytini í ár. Teir eru úr Fuglafjarðar skúla, skúlanum

við Streymin og Stranda skúla.

KEYP ATGONGUMERKI HER

Útgreining

Dato:
29. mars
Nær / kl.:
19:00
Afturvendandi:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530
+ Google Map