LEYVUKONGURIN í Mentanarhúsinum
Aftur í ár er e-Nám Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og
spennandi leik. Í vikunum undan páskafrítíðini sýnir breytin fram ”LEYVUKONGURIN” í Mentanarhúsinum.
Sangleikurin er hóskandi fyri øll – bæði stór og smá – hann tekur umleið 2 tímar og er bygdur
á Disneyteknifilmin frá 1994. LEYVUKONGURIN hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal
hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum –
eisini tekniska partinum. Tað verður haraftrat gjørt sera nógv burturúr bæði palli og leikbúnum.
Heimskendi Elton John framleiddi tónleikin til filmin/leikin, og munnu mong kennast við sera góðu
og vøkru sangirnar.
Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Umleið 45
10.floks næmingar ganga á e-Nám Sangleikabreytini í ár. Teir eru úr Fuglafjarðar skúla, skúlanum
við Streymin og Stranda skúla.