Skip to main content
Loading Tiltøk

Linking fyri teldur

24. januar, 2020 kl. 19:00 - 26. januar, 2020 kl. 08:00

Nú er linking aftur! Tó hesuferð bert fyri teldur!
Øll eru vælkomin, so bjóða endiliga vinum og kenningum.

Linkingin verður í fundarhølinum (loftsrúmið nærri Turkihúsinum) í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og byrjar fríggjadagin 24. januar kl. 19.00 og endar sunnumorgunin 26. januar 2020.
Kostnaður fyri linkingina er 100 krónur fyri ein dag, og 150 krónur fyri báðar.

Handil og pizzaria eru nábúgvar hjá Mentanarhúsinum.

Vit koma – sum vanligt – at spæla nógv av gomlu klassisku spølunum, ið vit vanliga hava spælt gjøgnum tíðina, m.a. Call of Duty 4, Warcraft 3, Flatout og nógv onnur. Takið endiliga spøl við, sum tú vilt spæla við øðrum.

http://birdbaylinkers.com/

Útgreining

Start:
24. januar, 2020 kl. 19:00
End:
26. januar, 2020 kl. 08:00
Tiltak bólkur: