Skip to main content
Loading Tiltøk

Ljós advent í Fuglafirði

30. november, 2019 kl. 10:00

Mánaðarskifti nov/des fegnast vit um, at adventin byrjar. Ljósini verða tendrað í býnum, hekklaða jólatræið og siðbundna jólatræið verða tendrað, handlar lata upp, hava jólamarknað ella fagna, at teir nýliga lótu upp, og hugnalig tiltøk eru í øllum býnum!
Komið ein túr og fegnist saman við okkum – og hugnið tykkum við spennandi vørum, ljósum trøum, fittum einglum, jólamonnum, tónleiki og góðum kaffidussum.

Leygardagur 30. november

Kl. 10.00 NoðaStova: Nýggjur handil letur upp. Móttøka kl. 13

Kl. 11.00-19.00 Ribarhús: Jólamarknaður í gallarínum og lekkur
jólacafé á Ribarslofti. Nógv góð og fjálg jólagávuhugskot í Piddasahandli

Kl. 16.00 Ribarsloft: Hekklaða jólatræið verður tendrað, børn syngja

Kl. 22.00 Turkihúsið: Pubquiz. Aftaná midnátt spælir Brian John Hughes

Fyrsti sunnudagur í advent – 1. desember

Kl. 12.00 Kirkjan: Familjugudstænasta við Anne Mette Greve
Klemensen. Kirkjan bjóðar døgurða.

Kl. 15.00-19.00 Ribarhús: Jólamarknaður í gallarínum og lekkur
jólacafé á Ribarslofti. Nógv góð og fjálg
jólagávuhugskot í Piddasahandli

Kl. 15.00 – 19.00 Mentanarhúsið: ÍF-Flogbóltur hevur hugnaliga
jólakafé og jólatombola.

Kl. 15.00 – 17.30 Jólatrøini verða tendrað og jólamenn vitja. Sunrid
Traðará heldur røðu og Fuglafjarðar Hornorkestur spælir

Kl. 15.00 á Hellunum

Kl. 16.30 á Kambsdali

Kl. 17.00 við Mentanarhúsið. Vættrar og einglar
deila endurskin út

Kl. 16.00 Fjord: Konsert við Bárði á Lakjuni* Kostn. kr. 50.
Avmarkað pláss!

Hektiski Black Friday er av og jólarokanin er ikki heilt byrja, so nú er upplagt at hugna sær okkara hugnaliga, pyntaða býi!

Útgreining

Dato:
30. november, 2019
Nær / kl.:
10:00
Tiltak bólkur: