Skip to main content
Loading Tiltøk

Maija Kauhanen -á Kambsdali

3. desember, 2021 kl. 11:00 - 12:15

3. Desember kl.11 vitjar Maija Kauhanen Miðnám á Kambsdali, har hon fer at hava eina miðdagskonsert fyri næmingum í aulini í skúlanum. Konsertin er serliga ætlað teimum ið hava tónleik sum vallærugrein, og fer Maija Kauhanen eisini at leggja upp til eitt artist-talk aftaná konsertina. Konsertin er samskipað í samstarvi við Mentanarhúsið og norðurlendsku livetónleika-verkætlaninna Puls.

Almenn konsert við Maiju Kauhanen verður í Norðurlandahúsinum kvøldið fyri, tá saman við Konsørn: https://www.nlh.fo/?event=7454/maija-kauhanen

Maija Kauhanen (FI)
Við sterkari, livandi rødd, fingrafimum kantelespæli og uppfinningarsamum slagverki rúnabindur Maija Kauhanen sínar áhoyrarar.

Hon spælir sær við rútmum og takt og skapar serstakar ljóðmyndir og eitt fangandi groove.

Maija Kauhanen er bæði tónaskald og fjølljóðførisleikari, umframt at hon við síni sterku útstráling á pallinum er einki minni enn bergtakandi. Hon fær sín íblástur úr siðbundna tónleikinum úr Finlandi og Karelia (í Russlandi) og dugir ómetaliga væl at tulka gomlu løgini til nútíðina.

Tónleikurin hjá Maija bjóðar bæði gleði og sorg, ótta og vón, ungan kærleika og mist frælsi.

Maija Kauhanen hevur spælt á øllum heimsins størstu festivalum innan fólka- og heimstónleik – WOMEX, Celtic Connections, WOM, AD, Folk Alliance International osfr.

https://open.spotify.com/artist/4IfPb99Q6EIAGqE1w9Gw4q?si=FqkNC_r-S7CvXpL9jCCG6A

https://www.youtube.com/watch?v=HnoHp8F5az0

Konsertin er stuðla av :

Mentanargrunni landsins

Mentamálaráðnum

Nordisk ministerråd (Puls)

 

Útgreining

Dato:
3. desember, 2021
Nær / kl.:
11:00 - 12:15
Tiltak bólkar:
,