Skip to main content
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Marius Ziska, HOGNI, Elinborg og Die Færøsche Polkaband – stór ókeypis konsert á Mentanardøgum

7. september kl. 20:00 - 8. september kl. 02:30

Marius, HOGNI, Elingborg og Die Færøsche Polkaband í Mentanarhúsinum

Marius Ziska, Elinborg, HOGNI og Die Færösche Polkaband spæla ókeypis konsert í Mentanarhúsinum á Mentanardøgum

Leygardagin 7. september bjóðar Mentanarhúsið til eina stórfingna konsert í sambandi við Mentanardagar. Á skránni eru inni í húsinum standa Marius Ziska, Elinborg og HOGNI á skránni, meðan Die Færösche Polkaband — um tað viðrar, banka undir borðið — spæla á økinum uttanfyri millum konsertirnar.

Elinborg kemur beinleiðis frá framførslu í Hørpuni í Reykjavík, og Marius Ziska fer eftir Mentanardagar at spæla á heimskenda Iceland Airwaves festivalinum. HOGNI hevur í summar verið upptikin við at gera skránna til G! Festivalin, og Die Færösche Polkaband er altíð klárt at lyfta stemningin.

“Í ár hava vit valt at flyta konsertina inn í Mentanarhúsið, fyri at vísa húsið fram sum eitt av Føroya bestu spælistøðum. Vit gleða okkum til at hava eitt tjokkfult hús av glaðum fólki, har vit fara at vísa okkum fram frá okkara bestu síðu og sýna, hvør dugur er í húsinum,” sigur Jón Tyril, fyribilssettur leiðari í Mentanarhúsinum.

Í Norðrastovu í Mentanarhúsinum verður ein listaframsýning við Tummas Jákup Thomsen, sum vísir fram sína nýggjastu myndarøð “Í øðrum heimi.” Norðrastova verður innrættað til eina hugnaliga cigarbarr og whiskeybarr undir heitinum “Vindlar og vinir.” Listaframsýningin og cigarbarrin lata upp kl. 14 leygardagin. Kl. 17 verður upplestur frá Arnbirni og Oddfríða Marna frá tíðarritinum Vencil.

Mentanarhúsið er opið til kl. 2.30 um náttina, og vit bjóða øllum at koma og njóta ein dag og kvøld við tónleiki, list og hugna.
Stóra ókeypis konsertin er bert ein partur av skránni á Mentanardøgum. Dagurin bjóðar eisini mangt annað í Fuglafirði, so sum kassabilakoyring, snaratlon, stóra matmarknaðin við smakkiroyndum frá føroyskum matframleiðarum. Harumframt eru framsýningar, tónleikaframførslur, verkstovur og møguleiki at fáa sær fyrsta floks føroyskt sjógæti og eitt glas av góðum víni afturvið í Ribarhúsi. Harumframt kemur ein hópur av matvognum til Fuglafjarðar at selja mat til fólkið.
Býurin er við øðrum orðum fullur av øðrum tiltøkum eisini, sum tú kanst lesa meira um á fb.com/mentanardagar

.

Útgreining

Start:
7. september kl. 20:00
End:
8. september kl. 02:30
Atgongumerki:
fb.com/mentanardagar

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530
+ Google Map