Kom og njót eina serliga løtu í Mentanarhúsinum sunnudagin 8. september kl. 19, har Bárður á Lakjuni fer at hugleiða um lív og verk hjá Frits Johannesen, sála. Við sær hevur Bárður Mariu á Lakjuni og aðrar tónleikarar. Fuglafjarðar gentukór fer eisini at framføra nakrar av sangunum hjá Frits.
Frits bar djúpan alsk til heimbygdina, til fjøllini, til fjørðin og til fólkið. Hann brendi fyri tí, sum talar til insta hugafarið í hvørjum mannabarni, og tað liggur ein vøkur slóð eftir hann – prýdd við alskyns litum, løgum og lýrikki.
Løtan verður halgað Frits og tí andliga árini, hann hevur havt á bygdina, Bárð og óteljandi onnur.
Øll eru hjartaliga vælkomin!