Skip to main content
Loading Tiltøk

Markleysur tónleikur – Musikkskúla miðnám

12. mai, 2018 kl. 17:00 - 18:30

Leygarkvøldið 12. mai fara ungu tónleikaspírarnir á Musikkskúla miðnámi at framføra tónleik av alskyns slag.
Tey skriva sjálvi tónleik, framføra verk eftir Mozart, Haydn og tangokongin Piazzolla og mangt, mangt annað.
Eisini verða nýggir tónar at hoyra. Her er talan um samstarv millum lagskrivara og tónaskald, ávikavíst Katrinu Olsen og Eli Tausen á Lava, ið saman við tónleikarunum, fara at framføra eitt spildurnýtt lag við heitinum Sirkus, sum er skrivað og lagt tilrættis til júst hesa konsertina.

Er tónleikurin klassiskur ella rútmiskur? Hann er bæði, og alt tað, ið er harímillum – markleysur og borin av spæligleði og skapanarhuga.

Tónleikararnir koma úr øllum landinum og samstarva um hesa konsertina, sum partur av skúlagongd teirra á Musikkskúla miðnámi.

Kom og lýð á komandi ættarliðið av tónleikarum.

Útgreining

Dato:
12. mai, 2018
Nær / kl.:
17:00 - 18:30
Tiltak bólkur: