Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Nútímans foreldraskapur – slóða fyri í kærleika! Ókeypis fyrilestur við Rikke Yde Tordrup

23. september, 2025 kl. 19:00 - 21:00

Í fyrilestrinum lýsir Rikke Yde Tordrup seg sjálva sum bersøgið foreldur og við dømum úr gerandisdegnum, greiðir hon á ein stuttligan hátt frá, hvussu hon er í vanda fyri at menna børn, sum halda gang og ikki lurta í flokkinum og sum heild gera sítt til nútímans mistrivnað í flokkinum.

Mistrivnaður í dagstovninum ella flokkinum skal loysast av dagstovn-inum/skúlanum og foreldrunum í felagsskapi. Mistrivnaðurin kann til dømis vera ófriður í dagstovninum/flokkinum, trupulleikar við at stýra flokkinum, nógvar neiligar afturmeldingar í gerandisdegnum, nógvar ósemjur, børn, sum vilja stýra øðrum børnum og námsfrøðingum/ lærarum, børn sum ikki vilja taka lut í felagsvirksemi og so framvegis.

Hvussu sleppa vit undan, at dagstovnur/skúli og frítíðarskúli fara at stríðast um, hvør hevur ábyrgdina av mistrivnaði í dagstovninum/ flokkinum?

Útgreining

  • Dato: 23. september, 2025
  • Nær / kl.:
    19:00 - 21:00

Stað