Á hugnaliga Bókasavninum í gamla skúlanum frá 1882, sum liggur so tignarliga við vegin millum bátahylin, miðstaðarlundina og kirkjuna, plaga eisini at vera ymisk mentanarlig tiltøk á Mentanardøgunum.
Sunnudagin 8. september kemur rithøvundurin og marionetteaturstjórin Rakel Helmsdal á gátt at lesa úr nýggjastu søgu sínari, Loftar tú mær – ein blíð søga um deyðan. Bókin er ikki komin út enn, men er farin til prentingar, so vit eru millum tey fyrstu, sum fáa høvi at hoyra søguna og at síggja framúr dragandi myndirnar. Rakel er ótrúliga kreativ og hevur fantastiskt hugflog, so hon hevur sjálv skapað figurarnar, sum vit síggja á myndunum og alt umhvørvið, sum tær búleikast í. Inniliga og nemandi søguløtan tekur uml. 30-40 min., og hóskar seg til øll børn, sum eru von at hoyra søgur, og teirra vaksnu.
Avmarkað pláss er til sýningina.