Skip to main content
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

RÖKKVI – jubileumskonsert

28. februar, 2026 kl. 20:00
RÖKKVI jubileumskonsert 28. februar

10 ÁR SÍÐANI WHERE IS THE SUN

KEYP ATGONGUMERKI HER

Tíggju ár eru liðin síðani Rökkvi (Rógvi Odvørson) gav út sítt fyrsta verk – fløguna ‘Where Is The Sun’. Hetta var byrjanin til eina tónleikaliga ferð, sum hevur ført hann á pallar kring landið og út um landoddarnar, og givið honum eitt fast pláss í hjørtunum hjá áhoyrarunum.

Nú verður hendan ferðin hátíðarhildin við einari jubileumskonsert, har løgini frá ‘Where Is The Sun’ – umframt nýggjari løg – verða framførd live við einum framúr góðum bólki.

Vit fáa vitjan av trimum gestasangarum í serflokki:

Guðrun Sólja Jacobsen
Jens Marni Hansen
Róin Siggertsson

umframt dóttir Rógva:

Sara Björt Rógvadóttir á Lakjuni.

Saman við sangarunum og Rökkva á pallinum sleppa vit at uppliva nakrar av okkara fremstu tónleikarum:

Hans Poulsen á klaveri
Josva Debes á trummum
Leivur Vitalis á bassi
Ólavur Olsen á horni
Aron Poulsen og Jón Mørkøre á gittarum.

Hetta verður eitt kvøld, har vit leita aftur til Where Is The Sun – og fagna teimum tíggju árinunum, sum hava myndað Rökkva og hansara tónleik, samstundis sum vit hyggja frameftir og hoyra nakað av tí nýggja, sum er á veg.

Rökkvi – 10 ára jubileumskonsert
Leygardagin 28. Februar 2026 kl 20
Mentanarhúsið í Fuglafirði

Keyp áðrenn jól fyri 195 (pluss avgjald).

Aftaná jól 245 (pluss avgjald).

Við dyrnar 275.

KEYP ATGONGUMERKI HER

Útgreining

  • Dato: 28. februar, 2026
  • Nær / kl.:
    20:00

Stað