Skip to main content
Loading Tiltøk

Samrøður um film – Dreymar við havið

11. januar, 2018 kl. 20:00

“Samrøður um film” er eitt kvøldskúlaskeið í 5 pørtum við serstøkum filmsýningum, ætlað øllum við áhuga fyri filmi og søguni handan eina ávísa filmsframleiðslu. Prátað verður við ymisk filmsfólk, sum onkursvegna hava sett síni spor.
Fyrsta kvøldið í røðini verður hóskvøldið 11. januar 2018, kl. 20.00, tá ið leikstjórin Sakaris Stórá er gestur við fyrsta feature filmi sínum “Dreymar við Havið,” ið enn er aktuellur í føroysku biografunum og eisini ger um seg á filmsfestivalum uttanlands.

Sýningarnar hesi kvøldini verða skipaðar so, at hugt verður eftir filminum, meðan tú fært serligt innlit í søguna og framleiðsluna sjálva við viðmerkingum frá leikstjóranum eins og samrøðu. Høvi verður somuleiðis at seta spurningar til leikstjóran eftir sýningina.

Kvøldskúlin og Mentanarhúsið í Fuglafirði skipa fyri.

Vertur: Torfinnur Jákupsson
Kvøldskúlin: +298 23 80 10
Stað: Mentanarhúsið í Fuglafirði
Kostnaður: 100 kr. hvørja ferð / 400 kr. fyri alla røðina

Útgreining

Dato:
11. januar, 2018
Nær / kl.:
20:00
Tiltak bólkur: