“Samrøður um tónleik” er ætlað øllum við áhuga fyri tónleiki, sum vilja hoyra meira um tankarnar aftanfyri.KNÚT HÁBERG EYSTURSTEIN, tónleikafrøðingur, fer í eini fyrilestrar- og samrøðurøð at práta við ymisk tónleikafólk, sum onkursvegna hava sett síni spor.
MEINHARD JENSEN verður gestur á “Samrøður um tónleik” hóskvøldið 1. des. Evnið verður nýliga Nobellønti sangarin, sangskrivarin, tónleikarin og skaldið Bob Dylan. Hvør er Bob Dylan, og hví heldur hann á við at hugtaka?
Til ber at tekna seg á telefon 238010 ella bara møta upp. Kvøldini kosta 50,- kr hvørja ferð ella 200,- kr fyri alla røðina
Kafein, har til ber at keypa sær okkurt lekkurt, verður sjálvandi eisini opin