Fyrsta sunnudag í advent er siður at tendra jólatrøini í Fuglafjarðar kommunu. Í ár er harumframt eisini ymiskt annað á skránni:
Jólatrøini verða tendrað, okkara frálíka hornorkestur spælir, Rønn Eliasen heldur røðu og jólamenn vitja á hesum støðum:
kl. 15 á Hellunum
kl. 16.30 á Kambsdali
kl. 17 við Mentanarhúsið í Fuglafirði
Kl. 14-18 hevur ÍF-flogbóltur jólakafé í Mentanarhúsinum við vaflum, holukøkum, gløggi og stórum jólatombola
Kl. 15-19 er Piddasahandil og Ribarhús opið. Har er jólamarknaður við søluborðum og nógvum gávuhugskotum. Framsýning, jólalig kafé og tónleikur. Jólamarknaðurin er eisini opin leygardagin fyri
Kl. 19.30 eru Tankar og tónar í kirkjuni. Hetta er ein konsert við gamla Gentukórinum í Fuglafirði, har eisini myndir vera vístar