Skip to main content
Loading Tiltøk

Sangleikur – Mamma Mia – Eykasýning

23. juni, 2020 kl. 17:00

í Mentanarhúsinum
Í døgunum 15. til 22. juni sýnir e-NÀM sangleikabreytin fram “MAMMA MIA” í Mentanarhúsinum. Grundað á tilmæli frá viðkomandi myndugleikum verða einans 70 atgomgumerki seld til hvørja sýning, so tað er at bera skjótt at!

Sangleikabreytin er fegin um aftur at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik. Henda útgávan av ”MAMMA MIA” er tillagað soleiðis, at leikurin avgjørt kann sigast at vera fyri øll, hóast talan upprunaliga er um ungdómsleik. Sangleikurin er annars bygdur á heimskenda filmin frá 2008.

MAMMA MIA hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum. Heimskendi bólkurin, ABBA, eigur sangirnar, og tað munnu vera mong, ið kennast við nógvar at teimum.

Tað eru lærararnir, Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, ið hava sangleikin undir hond. Fyrsta almenna sýningin verður mánakvøldið 15. juni, og skal metast út frá áhuganum fyri skúlasýningunum sum eisini verða í somu viku, ja, so er at tryggja sær atgongumerki í góðari tíð – tær 12 skúlasýningarnar eru nemliga útseldar!

Dentur verður lagdur á, at tilmælini viðvíkjandi frástøðu og handreinføri verða fylgd.

Útgreining

Dato:
23. juni, 2020
Nær / kl.:
17:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530