Skip to main content
Loading Tiltøk

Spennandi mynda-søluframsýning

10. apríl, 2022 kl. 14:00 - 18. apríl, 2022 kl. 16:00

Fernisering verður sunnudagin 10. apríl kl. 16.00, og framsýningin er opin hvønn dag frá 14-16.00 fram til og við mánadagin 18. apríl.
Umframt myndasýning, kunnu vit gleða tykkum við at Tjóðhild/Krákuting kemur at hava kafé'ina opna frá 14-18.00

Hetta er ein fjølbroytt framsýning við sjey ymiskum listafólkum, sum øll hava hvør sín serliga stíl. Sýnd vera teirra myndir, framkallaðar og innrammaðar.  Listaverkini hjá ymsu listafólkunum hanga hvørt um annað, og tað gevur framsýningini ein serligan dám.

Listafólkini eru: 

Høgni Heinesen: Føddur 1974, sjálvútlærdur, starvast sum grafikari síðan 1996 og sum sjálvstøðugur myndamaður síðan 2011 í fyritøkuni Heinesen Myndir. Hevur spesialisera seg innan tilgjørdar myndir (komposit myndir) við íblástri úr føroyskari byggilist og náttúru.

Oddfríður Marni Rasmussen er mest kendur sum rithøvundur, men tey seinastu árini hevur hann tikið myndatólið framaftur. Hann plagdi at taka myndir í 80 árunum og tíðliga í 90 árunum, men setti myndatólið á hillina. Nú hann hevur tikið myndatólið upp í hendurar aftur, hava verið fleiri myndir at síggja á ymiskum sosialum pallum. Tær eru oftast svarthvítar og eru tiknar í kvadrat. Hann tekur myndir so at siga hvønn dag. Oddfríður er eisini formaður í Myndafelagnum Fokus. Hann hevur havt framsýning í Smiðjuni í Lítluvík saman við teimum í Fokusi.

Leivur Thomsen er lærdur tónleikari. Í sambandi við, at hann skuldi taka myndir til fløguútgávuna Catch hjá bólkinum Plúmm, keypti hann sær í 2019 eitt myndatól. Á tann hátt fekk myndatøka hansara stóra áhuga. Síðani hevur hann tikið myndir av øllum møguligum. Framsýningin í Mentanarhúsinum er hansara fyrsta nakrantíð og vísir eitt breitt úrval av hansara myndatøkuvirksemi.

Anna Kathrina Højgaard Bleiv útlærd sum reklamu og potretfotografur í 1975.Havið síðan arbeitt sum sjálvstøðug og við  nógvum framsýningum einsamøll og saman við ørðum. Eisini arbeiðir hon við grafikki og málningum,og eri limur í felaginum Føroysk Myndlistafólk.

Mirjam Jósveinsdóttir hevur, síðani hon var smágenta, runni runt við einum myndatóli í hondini. Fyrstu myndirnar vóru tiknar av steinum, vinum og fjøllum. Mirjam hevur altíð sæð tað vakra í tí ljóta og leggur upp til at hvør einstakur sær heilmyndina í abstraktu myndunum . Serliga hevur hon fingið íblástur úr føroyska landslagnum; so sum koltur, Gøtuvík, neystum, fólkið.

Edvard Nyholm Debes hevur, síðan hann var heilt ungur verið áhugaður í fotografi.
Byrjaði við at læna fototól frá systkum og foreldrum, til hann keypti sær sítt egna fyri konfirmatiónpengarnar. Síðani hava nógv ymisk fototól verið í brúk, til hann í dag tekur bæði digitalar og analogar myndir, sum hann framkallar í sínum egna myrkakamari.
Edvard er fjøltáttaður fotomaður, tekur og ger myndir av mongum ymiskum, men hevur tó stóran tokka til personslýsandi myndir.
Í hesum sambandi hevur hann givið út tvær fotobøkur, sum lýsa fólk í serstøkum lívsstøðum, men á hesi framsýningini savnar hann seg tó um náttúru- og aðrar myndir.

Jógvan Andreas á Brúnni
Meira kunning kemur seinni. 

Útgreining

Start:
10. apríl, 2022 kl. 14:00
End:
18. apríl, 2022 kl. 16:00
Tiltak bólkur: