Stanley kemur heim!
Konsert við Stanley Samuelsen og – framúrskarandi – bólki í Mentanarhúsinum, sunnudagin 23. apríl kl. 16:00.
Vit kenna hann væl. Stanley telist millum ein av teimum tungu dreingjunum á føroyska tónleikapallinum. Hann er kanska serliga kendur fyri sítt einastandandi guitarspæl og hjartanemandi sangir. Og so hevur hann eisini eina rúgvu av løgum, sum eru vorðin fólkaogn. Millum perlurnar kunnu nevnast “Tá eg verði gamal”, “Um eg kundi kvøði” og “Útferðarhugur”.
Nýliga fekk Stanley staðfest Alzheimer’s, og hon darvar, men sangin og guitarspælið hevur hann intakt, rótfest í sálini.
Hóast Stanley flutti til Danmarkar longu sum 19 ára gamal er tað fyri hann altíð serstakt, at koma heim til Føroyar, og heimbygdina, at framføra. Við sær til Fuglafjarðar hevur hann eisini ein bólk av kongatónleikarum, ið lyfta upplivingina á eitt enn hægri støði, so tað er at ogna sær atgongumerki og tað ongantíð ov skjótt.
Konsertin byrjar kl. 16:00
Kostnaður: 200 kr.
Keyp atgongumerki