
Bókaútgávutiltak: Rímur á reki – eftir Alexandur Kristiansen

25. apríl kl. 20:00 - 22:00
Tiltak Navigation
Bókaútgávutiltak – røður, upplestur og tónleikur
Rímur á reki er triðja bind í tríbindaverkinum eftir Alexandur Kristiansen.
Bókin telur 600 síður.
Tað fyrsta bindið fevndi um týddar yrkingar úr øllum heimunum. Eitt savn við alheimslyrikki á føroyskum, sum hann hevur týtt í eina hálva øld.
Annað bind var hansara egnu yrkingar til vaksin eitt dygdargott úrval úr øllum søvnunum, sum hann hevur skrivað í eina hálva øld.
Hetta triðja bindið fevnir um barnasangirnar og barnarímurnar, hann hevur yrkt líka síðan hann gekk á læraraskúlanum. Hann er lærarin, sum dugir at tosa við øll – stór sum smá – hevur ans fyri tí stóra í tí smáa og dugir at lýsa evni úr bæði “skeivum” og barnsligum vinklum.
Alexandur sýnir somu evni, sum Hans Andrias hevði, at tosa við øll og kemur við sínum tríbindaverki upp á hansara rók.
Hesar sjaldsomu yrkingarnar til børn við síni lívsgleði og greiða boðskapi fáa børn sum vaksin at grína og varnast og undrast og gleðast um at vera til.
Morgunsólin
Morgunsólin rísur bjørt,
brosar blíð og varin:
“Føgur er hin grøna jørð
og allur barnaskarin.”
Svarti Sam í Afrika,
lítla svenska Lina,
raski John í Kanada
og neyðars Ming í Kina.
Svørt og hvít og gullig børn
sær í skúla skunda,
kenna koss av morgunsól
og snerkja við og blunda.
Sólin kyssir teg og meg,
børn í hvørjum landi:
“Tykkara er jørðin grøn,
tit knýtið vinarbandið”.
Nágreinilig skrá verður løgd út seinni