Leygardagin 10. november kl. 20.00 verður útgávukonsert við Niels Midjord og Eilin Hansen í Mentanarhúsinum í Fuglfiriði, í sambandi við at útgávan “Petter Dass á mannatungu í Føroyum” kemur út.
Norski presturin og skaldið Petter Dass (1647-1707) hevur havt størri ávirkan her á landi, enn fólk flest munnu geva sær far um.
Í hansara tíð var tað sjáldsamt at duga at lesa, og hann lærdi tí síni sóknarbørn á tann hátt, at hann yrkti kvæði burtur úr bíbliusøgunum í Gamla Testamenti. Eisini yrkti hann ein sang til hvønn lærusetningin í Luthers lítlu katekismus.
Sjálvt um hann ikki upplivdi, at nakað av hesum kom á prent, meðan hann livdi, so spjaddist tað skjótt munn av munni um alt Noreg og kom eisini til Føroya. Her hava vísurnar hjá honum verið so mikið nógv nýttar, at tær hava fingið egin føroysk løg. Bíbilsku vísurnar meira kvæðakend løg og katekismusangirnir lættari sálmakend løg. Tað er eitt lítið úrvæl av hesum løgunum, vit fara at syngja.
Í mai vóru Klaksvíkar- og Fuglafjarðar sangkór á kórstevnu í Ørsta í Noreg. Vit syngja bæði í Fuglafjarðar sangkóri og nýttu høvi at fara á konsertferð í Noreg vikuna fyri. Millum annað sungu vit í sóknarkirkjuni hjá Petter Dass í Alstahaug. Pól Hans á Grønutúgvu var við bæði á konsertferðini hjá okkum og á kórstevnuni og filmaði allan túrin. Hesin filmurin verður vístur í steðginum.
Helgi Midjord hitar upp.