Konsertin við Eyðun Nolsøe í Mentanarhúsinum er fyribils útsett, øll, ið hava goldið atgongumerki, hava fingið peningin fluttan aftur.
Í samband við at Eyðun lat úr hondum sína triðju solo fløgu síðsta summar, Dagur legst at degi, verður nú farið ein túr runt landið við bólki at framføra nýggjar og eldri sangir.
Eyðun hevur útgivið tilfar síðani 1984, tá hann sum blaðungir slapp uppí part á fyrstu Frændur útgávuni. Síðani eru nógvir sangir komnir frá Eyðuni, bæði saman við Frændum, saman við Terja, sum solistur og í øðrum høpi eisini.
Við sær á hesu rundferðini hevur Eyðun sera góðar tónleikarar. Á guitar er framleiðarin Hans Poulsen, á trummum Jósva Debes, á bass Jóhannus á Rógvi og á keyboard Pætur við Keldu.